Skrivstovulærlingur Til GREENGATE INCOMING

GreenGate Incoming er ein ferðavinnufyritøka í støðugari menning og stórari framgongd. Vit ynskja tí at styrkja um okkara sølutoymi og søkja eftir einum ágrýtnum skrivstovunæminingi, sum kann byrja skjótast gjørligt.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og fjølment starv, har tú m.a. ert við til at:
- menna og selja okkara útboð av pakka- og bólkaferðum
- samskifta við okkara útlendsku og føroysku samstarvsfelaga
- luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum

 

Vit vænta av tær, at tú:
- lokið FHS ella Miðnám – búskaparbreyt.
- hollan teldukunnleik
- áhuga fyri Føroyum sum ferðamannalan
- hevur góðan málkunnleika í skrift og talu
- góð samstarvsevnir

 

Lærutíðin er 2-3 ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlaskeiðið verður tikið á Glasum í Tórshavn. Setanartreytir og løn sambært Samverk 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast, við at venda sær til Marna Hjallnafoss á tlf. 520520 ella á teldupost marni@greengate.fo
Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info@greengate.fo

Umsóknarfreistin er 06.mai