• Upplivingar

Útferðir

Hoyr dunið av víðopna havinum í skjóttgangandi bátum ella njót ein fiskitúr við eitt av teimum mongu vøtnunum kring landið. Sí tey grønu fjøllini, har seyðurin so hugagóður búðleikast. Hoyr tann vakra fuglasangin í bergunum og tutlið frá fossunum. GreenGate Incoming veitir tænastur til bæði stór og smá. 

  • Há-árstíð er mai til septembur. Tó undantikið 28. og 29. Juli, tá Ólavsøka er.
  • Oktobur til apríl, er eisini møguleiki at skipa fyri útferðum, men einans uppá fyrispurning.
  • Gevið gætur at summar útferðir eru tengdar og treytaðar av veðrinum. Um veðrið ikki er til vildar, kann væntast at útferðin verður útsett/avlýst.
  • Skilagott er at at hava góðar skógvar og heit klæðir við á útferðirnar. Um minnini skulu varðveitast er eisini skynsamt at hava myndatól við.
  • Útferðir verða vanliga avgreiddar á norðurlendskum og enskum. Møguleiki er eisini fyri øðrum málum, men hetta einans uppá fyrispurning. 

Sí okkara summar og vetrar útferðir við at trýsta á leinkjuna HER.... 

Set teg í samband við okkum:

GreenGate Incoming
Niels Winthers Gøta 5
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Teldupost info@greengate.fo
Telefon +298 350 520 
Fartelefon +298 550 527