Persónsdátupolitikkur - GreenGate Incoming


Viðgerð av persónsuplýsingum

GreenGate Incoming hevur stóra virðing fyri persónsupplýsingunum hjá øllum okkara viðskiftafólkum, og hava sum aðalmál at verja upplýsingar, sum vit hava í varðveitslu. Endamálið við hesum politikki er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónsupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Dátuábyrgdari

GreenGate Incoming er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:

GreenGate Incoming
Niels Winthers Gøta 5
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@greengate.fo

Tlf: +298 350 520

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónsupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum á GreenGate Incoming.

Innsavnan av persónsupplýsingum

Persónsupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur, føðingardagur og telefonnummar. Tað kann eisini vera t.d. ferðaseðlanummar, passnummar og ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-nummar, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.

Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við bílegging og ferðing

Tá tú bíleggur ein ferðaseðil, gisting ella bil umvegis telefon, heimasíðuna ella á skrivstovuni hjá Green Gate Incoming, savna vit persónsupplýsingar frá tær. Tað er neyðugt fyri at vit kunnu avgreiða tína bílegging. Vit hava tørv á m.a. navn, føðingardegi, aldur og kyn á øllum teimum, sum skulu ferðast, umframt bústað og gjaldsupplýsingar á tí, sum bíleggur. Um tú bíleggur ein bil, so savna vit eisini títt koyrikortnummar og møguliga passnummar.

Um børn eru fevnd av bíleggingini, savna vit somu upplýsingar, sum vit hava nevnt oman fyri, um børnini.

Tá ið tú ferðast við okkum, savna vit eisini upplýsingar um tína ferð. Tað kann vera ferðaseðlanummar, ferðamál, longd og aðrar tænastuveitingar, sum tú hevur valt at nýta á tíni ferð.

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við beinleiðis samband

Um tú setur teg í samband við okkum umvegis okkara kundatænastu, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónsupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, føðingardag og ferðaseðlanummar, ella teldupost ella telefonnummar.

Vit kunnu eisini skráseta aðrar upplýsingar, sum tú velur at geva okkum. Hetta kann t.d. vera upplýsingar um ovurviðkvæmi, serlig heilsustøða ella aðrar upplýsingar um teg ella onnur, sum eru umfataði av tínari bílegging.

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við hald av okkara tíðindabrævið

Um tú teknar teg til tíðindabrævið hjá GreenGate Incoming, savna vit títt navn og tín teldupost, so at vit kunnu senda tær tíðindabrævið. Okkara tíðindabræv inniheldur góð tilboð og aðrar upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri teg. Tíðindarbrævið kann eisini innihalda kappingar, spurnablað og lýsingar frá okkara samstarvspørtum.

Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við nýtslu av okkara talgildum loysnum

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu ella online bókingarskipanir, so savna vit upplýsingar um tína nýtslu av hesum loysnum. Nakrar av hesum upplýsingunum kunnu vera persónsupplýsingar, sum t.d. IP-nummar.

Upplýsingar, sum verða savnaðar frá øðrum enn tær

Tá ið bílagt verður ella vit samskifta á annan hátt, kemur tað fyri at ein persónur letur upplýsingar um ein ella fleiri samferðandi persónar. Okkara útgangsstøðið í slíkum støðum er, at viðkomandi, sum letur upplýsingarnar, hevur innheintað samtykki frá øllum sínum samferðandi til at lata okkum hesar persónsupplýsingar. Um tú ikki sjálv/ur hevur bílagt, og onkur annar hevur gjørt eina bílegging, sum tú ert partur av, savna vit upplýsingar um teg frá viðkomandi. Sama er galdandi, um onkur hevur verið í samband við okkum tína vegna.

Vit kunnu eisini fáa upplýsingar frá peningastovnum, gjalds- og tænastuveitarum, tá tú nýtir tíni gjaldskort ella aðra gjaldstænastu. Vit skráseta og brúka upplýsingar fyri at gjøgnumføra gjaldingar.

Serlig flokking av persónsupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.
 

Viðgerðarheimild

Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:

  • Tú hevur givið okkum samtykki til at brúka tínar persónsupplýsingar til eitt ávíst endamál.
  • Tú hevur gjørt eina avtalu ella umhugsar at gera eina avtalu við okkum um eina tænastu.
  • Tú hevur keypt á okkara heimasíðu.
  • Vit hava løgfrøðiliga skyldu til tess, t.d. sambært:
  1. Skattalóggávu
  2. Bókhaldslóggávu
  3. Persónsdátulóggávu
  • Tað er neyðugt fyri at fylgja einum sjálvstøðugt heimilaðum áhugamáli hjá GreenGate Incoming. Hesi áhugamál kunnu vera hagfrøði ella marknaðarføring.

Umsiting av tínari ferð

Fyri at kunna veita tær tænastur, sum tú hevur bílagt frá okkum, nýta vit tínar persónsupplýsingar á ymiskan hátt. Vit brúka upplýsingarnar til at útskriva ferðaskjøl, bíleggja gisting, útferðir og fyri gjalding av hesum tænstum. Um tú hevur bílagt leigubil ella okkurt annað, verða tínar upplýsingar nýttar á sama hátt.

Umsiting fevnir eisini um nýtslu av tínum upplýsingum til bókhald, avrokning, grannskoðan, gjalding og annað.

Kunningartilfar

Tá tú hevur bílagt ferð, gisting, útferð, leigubil ella aðra tænastu frá okkum, brúka vit tínar persónsupplýsingar til at senda tær váttan, týdningarmiklar upplýsingar um tína ferð og tilboð, sum eru viðkomandi fyri ferðina. Hetta verður sent til tann teldupostin, sum varð givin við bílegging.

Undir ferðini kunnu vit senda tær týðandi boð umvegis sms til tað fartelefonnummarið, sum varð upplýst við bílegging. Hetta kunnu vera upplýsingar um t.d. veður, seinkingar, broytingar ella annað, sum kann hava týdning fyri tína ferð ella ferðamál.

Vit senda rykkjarar umvegis teldupost.

Marknaðarføring

Um tú teknar teg til okkara tíðindabræv, brúka vit tínar persónsupplýsingar til at senda tær tíðindabrævið.

Lógarkrøv

Tínar persónsupplýsingar kunnu eisini verða viðgjørdar av okkum, so at vit kunnu halda okkara lógarásettu skyldur, m.a. viðvíkjandi trygd og fráboðan.


Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.

Víðarilatan av persónsupplýsingum

Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.

Samstarvspartar og KT-veitarar

Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum, sum t.d. bíleggingarskipanir og gjaldsloysnir (annað). Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.

Veitarar av ferðatænastum

Vit nýta eina røð av samstarvspørtum og veitarum, so at vit kunnu veita tær ferðatænastur, sum tú hevur tørv á. Tað er aloftast neyuðgt at vit lata teimum tínar persónsupplýsingar, so at tænastan kann veitast. Her kann talan vera um:

Gistingarstøð  – hava tørv á navn, føðingardegi, aldur og kyn, umframt bústað. Talan er um gistingarstøð bæði í og uttanfyri Føroyar, Danmark og ES. Flutningurin av upplýsingunum fer aloftast umvegis teldupost.

Flogfeløg – hava tørv á navn, føðingardegi, aldur, kyn, telefonnummar umframt bústað. Flutningurin av upplýsingunum fer aloftast umvegis bílegginarskipanina Amadeus.

Onnur – her kann talan verða um veitarar av útferðum, matstovum og øðrum viðkomandi ferðatænastum. Flutningurin av upplýsingunum fer aloftast umvegis teldupost.

Tíni rættindi

Innlit í tínar persónsupplýsingar

Tú kanst fáa innlit í tínar persónsupplýsingar, sum vit hava skrásettar og brúka, íroknað hvar hesar stava frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst fáa at vita, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingar um teg, í teimum føri har vit luta tínar upplýsingar í Føroyum og uttanlands. Tín rættur til innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur í tann mun títt innlit ger seg inn á rættin hjá øðrum.

Í summum førum hevur tú rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú kanst biðja um at fáa rættað, strikað ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.

Tú kanst til eina og hvørja tíð afturkalla eitt samtykki. Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Gev gætur, at vit eisini halda fram við at brúka tínar persónsupplýsingar t.d. fyri at yvirhalda eina avtalu vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera so.

Tað kunnu vera treytir ella avmarkingar til hesi rættindi, alt eftir serstøku viðurskiftunum.

Samband og kærumøguleikar

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

GreenGate Incoming
Niels Winthers Gøta 5
FO-100 Tórshavn

Teldupostur: info@greengate.fo

Tlf: +298 350 520

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið www.dat.fo um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Her finnur tú okkum:

GreenGate Incoming
Niels Winthers Gøta 5
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Teldupost info@greengate.fo
Telefon +298 350 520 
Fartelefon +298 550 527