Um GreenGate Incoming

GreenGate Incoming varð stovna í 2001, við tí endamáli at skapa ein serkunnleika innan incoming ferðavinnu til Føroya, og at bøta um móttøkutólið. Hettar hevur eydnast fyritøkuni væl, og hava vit ídag eitt umfatandi úrval av spennandi og væltilpassaðum tilboðum til tey ferðandi.

Okkara endamál er at selja og marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnutjóð. Í hesum liggur so ein støðug menning av produktum, ið vit á hvørjum árið bjóða út til okkara kundar. Vit leggja stóran dent á at hava góð sølutól, t.d. eina vælvirkandi og sansuvekjandi heimasíða og eitt spennandi katalog, sum hvørt ár verður framleitt og útgivið teimum marknaðum, sum vit hava samband við.

Missión

Vit eru ein føroysk ferðaskrivstova sum bjóða ferðir til Føroyar og serlig útvald ferðamál uttanlands. Viðskiftafólk okkara eru tilvitaði,opin og forvitin, og ynskja eina persónliga mennandi ferðauppliving. Fyri at ganga viðskiftafólkunum á møti stremba vit eftir at bjóða ferðaupplivingar sum eru sannar og nærverandi, og vekja allar sansir. Frá einum spennandi og hugtakandi ævintýri vendir tann ferðandi heim aftur við einari heilt serligari søgu.

Hugsjón

  • Vit vekja tínar sansir gjøgnum sannar og nærverandi ferðaupplivingar og leggja dent á
  • At kenna tørvin hjá tí einkulta ferðandi
  • At vit hava hollan kunnleika til tær ferðaupplivingar vit bjóða
  • Alsamt at menna ferðaupplivingar við støði í nýggjasta marknaðarrákinum
  • At kundin kennir seg tryggan á síni ferð
  • At varveita reina føroyska umhvørvið

Vit eru

  • Jalig - vit samkifta í positivum anda og síggja møguleikar heldur enn forðingar
  • Álítandi - vit eru opin og erlig og halda tað vit lova
  • Tolin - vit dáma væl at tosa við fólk og hava viðring fyri at fólk eru ymisk