Vit eru ein føroysk ferðaskrivstova sum bjóða ferðir til Føroyar og serlig útvald ferðamál uttanlands. Viðskiftafólk okkara eru tilvitaði, opin og forvitin, og ynskja eina persónliga mennandi ferðauppliving. Fyri at ganga viðskiftafólkunum á møti stremba vit eftir at bjóða ferðaupplivingar sum eru sannar og nærverandi. Frá einum spennandi og hugtakandi ævintýri vendir tann ferðandi heim aftur við einari heilt serligari søgu.