Grønlandsferð
Her er ein skrá, sum tekur teg við á eina stórsligna ferð til Grønlands. Uppliva høvuðstaðin Nuuk, sum er ein undurfull samanrenning av modernaðari siðmenning og gomlum siðaarvi. Sigl við strandfaraskipi norður við strondini, har tey lokalu koma umborð og fara í land, far norður um polarsirkulin og sigl gjøgnum bergtakandi Ísfjørðin til býin Ilulissat, har frálíkt útsýni er til Diskovíkina og ísfjøll.
- FERÐIN BYRJAR: Hósdag úr Keypmannahavn
- FRÁFARINGARDAGAR I 2020: Juni: 4, 11, 18 og 25. Juli: 2, 9, 16, 23 og 30. August: 6, 13 og 20
- FLOG SUM ER ÍROKNAÐ: Keypmannahavn til Nuuk og Ilulissat til Keypmannahavn
Skrá: Einstaklingaferð til Grønlands 8 dagar / 7 nætur
HÓSDAG: Keypmannahavn - Kangerlussuaq - Nuuk.
Fráferð úr Keypmannahavn við Air Greenland til Kangerlussuaq. Tað fyrsta, tú sært av Grønlandi, er nakað heilt serligt, og longu tá kemur tú í eitt heilt annað huglag.
Eftir at tú er komin til Kangerlussuaq, heldur ferðin fram við innanríkisflúgvara til Nuuk. Skriva teg inn á gistingarstaðnum og fær síðani á rannsókn í grønlendska høvuðsstaðnum, sum er ein livandi býur kringsettur av stórfingnari náttúru.
Í Nuuk eru gourmet matstovu og mótahandlar, men um tú fert ein túr gjøgnum gamla partin av býnum, sært tú, at søgan og siðirnir fremvegis hava týðiliga ávirkan á ein bý, sum er í skjótari menning.
FRÍGGJADAG: Nuuk – Innskriving á strandfaraskipið.
Vit mæla til, at tú vitjar vakra mentanarhúsið Katuaq, sum hevur eina framsíðu, ið skal ímynda Norðlýsið, og tann líka so vakra gamla býarpartin við standmyndini av Hans Egede, ið skoðar yvir gomlu kolonihavnina, fjørðin og fjallarøðina í baksýninum.
Grønlands nationalmuseum við teimum heimskendu mumiunum er vert at vitja. Minst til at taka eitt selfie við stóra reyða postkassan hjá jólamanninum.
Tá ið dagur fer at halla, er tíðin komin til at fara umborð á Sarfaq Ittuk, og so bíða 2 dagar umborð, har ferðast verður móti Ilulissat. Strandfaraskipið siglir fram við vesturstrond Grønlands og verður nýtt av grønlendingum sjálvum.
LEYGARDAG: Til havs – Koma til Sisimiut.
Um morgunum og fyrrapartin verður lagt at í Maniitsoq og Kangaamiut. Her fært tú ikki tíð til at fara í land, men tað er altíð stuttligt at hanga á lúnningini og fylgja við tí, sum gongur fyri seg kring havnina og í býnum.
Tíðliga á kvøldi koma til Sisimiut, har tíð er til at fara í land. Sisimiut er næststørsti býur í Grønlandi, og litríku húsini eru ein vakur mótsetningur til heyggjuta helluøki.
Far á rannsókn í Sisimiut og vitja gamla hugnaliga býarpartin við upprunaligu bygningunum frá hjálandatíðini. Í Sisimiut ber til at keypa ferðaminni, áðrenn stradfaraskipið fer víðari norðureftir.
Mynd: Gamli býlingurin i Sisimiut
SUNNUDAG: Ísfjørður – Koma til Ilulissat.
Tá ið strandfaraskipið nærkast Ilulissat, ber til at fegnast um ísfjøllini, sum nú eru at síggja. Nøkur eru bara stórir ísklumpar, men onnur eru risastór. Hetta er ein stórfingin vælkomuheilsan frá Diskovíkini.
Flutningur til gistingarstað. Eftir at tú hevur skrivað teg inn, ber til at fara ein túr at síggja ísfjøllini nærri, tí teir flóta í víkini beint uttan fyri býin. Á gongutúrinum sært tú eisini tey eyðkendu litríku timburhúsini. Vitja býarsavnið fyri at fáa vitan lívið hjá kenda pólfaranum Knud Rasmussens og tær mongu rannsóknarferðirnar, hann gjørdi.
Í útjaðaranum á býnum hoyrast og síggjast sletuhundarnir. Vaksnu hundarnir eru leinkjaðir, men hvølparnir renna fríir runt.
Í Ilulissat eru góðar matstovur og kaffistovur, har tú kanst njóta frískan lokalan mat – ofta afturvið einari ótrúligari útsikt.
MÁNADAG: Ilulissat - Frídagur. Eyka útferðir kunnu keypast, men mugu bíleggjast frammanundan. Til dømis:
- Gongutúrur við ferðaleiðara til gamla búplássið Sermermiut
Vøkru ísfjøllini í Ilulissat eru ramman um gamla búplássið Sermermiut, hálvanannan kilometur sunnan fyri býin. Í 4000 ár búðu ymsu inuittmentanirnar á búplássinum, og enn í dag ber til at síggja nógvar restir, ið vitna um, at fólk hava verið her. Her ber til at njóta vakrasta útsýnið yvir ísin. Aftaná útferðina ber til at fara ein longri túr í økinum. Ferðaleiðarin greiðir frá hesum.
Mynd: Útsýni yvir Ísfjørðin.
TYSDAG: Ilulissat – Frídagur. Eyka útferðir kunnu keypast, men mugu bíleggjast frammanundan. Til dømis:
- Dagstúrur til Eqip Sermia – kálvandi jøkulin.
Fá støð í Grønlandi eru líka vøkur sum Eqi-jøkulin, sum fer út í fjørðin 80 kilometrar norðan fyri Ilulissat. Ert tú í báti, ber til at koma heilt inn til kantin av jøklinum og uppliva hann kálva stór stykki av ísi. Dunið er ógvisligt, og sýnið av ísfjøllum, ið fara gresjandi út í vatnið, er bergtakandi.
MIKUDAG: Ilulissat – Frídagur. Eyka útferðir kunnu keypast, men mugu bíleggjast frammanundan. Til dømis:
- Siglitúrur millum mætastu ísfjøllini í Ísfjørðinum.
Dag- ella kvøldtúrur við báti millum tey mætu ísfjøllini í Ísfjørðinum sunnan fyri Ilulissat. Hvørt ár streymar meira enn 46 km2 av ísi frá Ilulissat jøklinum út í Ísfjørðin. Úrslitið er ovurstór ísfjøll, sum kunnu blíva fleiri hundrað metrar hvønn veg og røkka meira enn 100 metrar yvir havskorpuna. Við munnan á Ísfjørðinum stranda hesar kempur, og her er møguligt at sigla ímillum tær.
HÓSDAG: Heimferð – Via Kangerlussuaq til Keypmannahavn.
Útskriving av gistingarstaðnum og flutningur til flogvøllin.
Við skjáttuni fullari av upplivingum frá hesum ótrúliga landinum verður flogið via Kangerlussuaq til Keypmannahavn, komutíð um kvøldið.