• Ráðstevnur, Fundir, Toymismenning og Tiltøk

  • Ráðstevnur, Fundir, Toymismenning og Tiltøk

  • Ráðstevnur, Fundir, Toymismenning og Tiltøk

  • Ráðstevnur, Fundir, Toymismenning og Tiltøk

Føroyar – Óteljandi møguleikar  

Hava tit brúk fyri íblástri til skapandi og nýhugsandi loysnir, hava Føroyar við sínum fjølbroyttu møguleikum framúr góðar karmar at bjóða. Her finnast bæði søguligir og nýmótans fundarkarmar, góðir gistingarmøguleikar, og alt frá løttum og hugnaligum upplivingum til tær meira torføru og víðgongdu.

Hesir frálíku karmar, saman við okkara ríku og fjølbroyttu mentan og list, vilja stimbra íblásturin og geva tykkum sannar upplivingar.  

Spennandi upplivingar

Føroyar hava nógvar ymiskar og spennandi upplivingar at bjóða í samband við tykkara útferð ella toymismenning: rapelling, klatring, gongutúrar, tyrlutúrar, siglitúrar, fiskitúrar, kapprógving, kajakkrógving, hestaríðing, heimablíðni, konsert í grotto v.m.

Tann dýrabara tíðin

Tíðin er í dag nakað av tí dýrabarasta hjá arbeiðsplássum og teirra starvsfólkum. Tí er tað sera týdningarmikið, at tit fáa nakað burturúr. Hetta kunnu vit tryggja tykkum við okkara nógvu og drúgvu royndum á økinum.

Síðani GreenGate Incoming varð stovnað í 2001, hava vit skipað fyri smáum og størri fundum og ráðstevnum, bæði fyri føroyskum og útlendskum virkjum og stovnum.  
   

Lat okkum skipa fyri

GreenGate Incoming átekur sær, í tøttum samstarvi við tykkum, at finna loysnir, leggja til rættis og skapa tær ytru rammurnar s.s.: ferðing, gisting, fundarhøli, útferðir, upplivingar, døgurðar, veitslur, undirhald v.m.

Eisini bjóða vit allar tænastur í samband við sjálvt tiltakið s.s.: finna rætta fyrilestrahaldarin, samskipa skrá, marknaðarføring, skráseting, luttakaragjald, navnaskelti, luttakaramappur, tænastuveiting v.m. 

Set teg í samband við okkum:

GreenGate Incoming
Jónas Broncksgøta 35
FO-100 Tórshavn
Færøerne

Johild Dulavík Studievejleder/ International koordinator Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Góða Fríðun á GreenGate. Túsund takk fyri eina framúr góða og spennandi útferð. Eg skal heilsa frá øllum at  tey uttan at blunka geva 6 stjørnur útav 6 møguligum. Ferðaleiðarin fær eisini fult stigatal, dugdi sera væl at greiða frá á, var stuttligur og  fekk øll at føla seg so væl. Hjá Lenu og Jákup var eitt fantastiskt upplivilsi - slíkt gestablídni blívi eg so stolt av :-) At Hallur Joensen kom og sang fyri okkum var bara prikkurin yvir i`i . Tey fóru avstaðaftur við eini uppliving sum tey ikki høvdu uppliva aðrastaðir, hóast fleiri av teimum hava ferðast víða um . À ferðini spurdi onkur eftir Gøtu kirkju, tí tey høvdu lisið um glaslistina hjá Trónd Paturson. Í samráð við John Eysturoy, fingu vit avtalu áveg norðureftir  - og náddu vit at síggja kirkjuna og fingu eina sera góða frágreiðing um alla kirkjuna. Samanumtikið  eitt sera væl eydna tiltak :-)
Jógvan Ravnsfjall, Formaður fyri Skandinavisk Museumsforbund Føroyar
Góðan dagin GreenGate Incoming. Túsund takk fyri fyriskipanina av fundunum og ráðstevnuni, sum GreenGate stóð fyri, og sum var væleydnað í allar mátar. Eg haldi eisini, at fólk vóru heilt væl nøgd við alt, frá mánakvøldinum á Náttúrugripasavninum til endan av borðhaldinum í Listaskálanum. Eg havi fingið tríggjar teldupostar har øll takka so mirðiliga fyri alt tiltakið.